- Tíðindi, mentan og ítróttur
Árgang 1924: Aftur 100 ára føðingardagur í dag
Alsamt fleiri føroyingar liva til tey eru 100 ár ella eldri. Í 2004 vóru 3 fólk 100 ella eldri, men í dag eru heili 9 fólk í Føroyum 100 ár ella eldri, sambært tølum frá Hagstovuni.
Ein teirra, er Andrea Poulsen, sum byrjaði tann stóra dagin á ellisheiminum Vesturskin á Toftum, har hon býr.
16 fólk búgva á Vesturskini- og trý av teimum eru nú 100 ár. Fyrr í ár fyltu ávíkavíst Hans Mikal Mikkelsen og Lena Joensen 100 ár, og í dag fylti altso Andrea Poulsen.
Uppskriftin uppá eitt langt lív, er millum annað at vera virkin, halda tey trý.
Ein annar, sum helt 100 ára føðingardag fyrr í ár, er Mia á Heygum. Til ber at síggja, hvussu hon hátíðarhelt stóra dagin her: 100 ára føðingardagur á sjónum