- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lambspaté við hvítanýrum
Lambspaté við hvítanýrum er ein av vørunum, sum er komnar burturúr verkætlanini "Úr haga á hill", har bøndur, kokkar og sniðgevar hava sligið seg saman til tess at menna vørur, sum eru rótfestar í føroyska landbúnaðinum.
Afturat hesari vøruni var eisini ein siroppur úr mysu og eina oksa- og lambssós, sum tóku lut í átakinum. Hóast sósin gjørdist vinnarin, er vørumenning endamálið við átakinum, leggur Gutti Winther, verkætlanarleiðari, dent á.
- Vit hava leingi havt eitt ynski um at fáa vørur úr føroyska landbúnaðinum á hillarnar í handlum kring landið, sigur hann.
Bóndafelagið stendur fyri verkætlanini. Vørurnar vórðu sýndar fram á altjóða Tonik ráðstevnuni í Havn í dag.