- Tíðindi, mentan og ítróttur
Líta aftur á í Kondittarínum
Líta aftur á í Kondittarínum
Kom við ein túr inn í Kondittaríið saman Randi Ziska og Fridu Thomassen, sum løgdu sær leiðina oman á gamla arbeiðsplássið, har tær arbeiddu í mong ár
06.06.2025 - 19:25
Hetta var staðið, har tær hittust á fyrsta sinni. Og mong eru tey, sum minnast Randi og Fridu, ið skonktu kaffikoppar í túsundatali, og sum altíð vóru til reiðar við diskin at borðreiða við onkrum góðum í káta horninum.
Lukturin av kaffi, teir føstu kundarnir og dagliga gongdin í Kondittarínum. M.a. hetta minnast tær aftur á.
Og nú kunnu onnur líta aftur á dagarnar í Kondittarínum, sum nú er vorðið karmur um framsýning við savnslutum frá Býarsavninum í Havn.
M.a. hetta tiltakið hevur Visit Tórshavn skipað fyri í sambandi við Mentanarnáttina í Havn í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV