Sosialurin flytur úr Miðlahúsinum

Sosialurin flytur úr Miðlahúsinum
Í Miðlahúsinum er nógv komið niður av ovasta lofti, tí tey flyta í næstum. Tey flyta tó ikki so langt, tí tað verður í bygningin, har Sirkus heldur til í dag
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri
03.11.2025 - 19:24

Sosialurin flutti inn í Miðlahúsið í 2004. Áðrenn húsaðust tey á Argjum. Tey høvdu í eina tíð tosað um at hava eina redaktión í býnum, sum var tættari upp á Løgtingið, landsstýrið og býráðið. 

Ein dag sóu tey, at Valdemar Lutzen høvdu hølini, sum handilin hevði húsast í, til leigu. Tað gekk ikki long tíð, og so hevði Sosialurin ein leigusáttmála. Tey seldu húsini á Argjum og brúktu 1,5 mió at seta húsini í býnum í stand. Í apríl 2005 flutti redaktiónin endiliga inn. Tað gjørdu tey ein fríggjadag seinnapart.

"Vit tóku teldurnar og tað, sum lá á borðinum, aftan á blaðið var sent til prentingar fríggjadag. So fóru vit oman í húsini í býnum og settu stikkararnar í, og so arbeiddu vit víðari sum vanligt," sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum. "Tað var stórt, og tað var akkurát, tá stórheitstíðin hjá bløðunum var."

Tá var húsið fult av fólki, og tá tey høvdu redaktiónsfund, og øll vóru til staðar, var næstan ikki pláss fyri øllum. Men í dag er mikið tómligari. Nógv er broytt, síðani Sosialurin flutti inn í 2004. 

 

Nógv er broytt

"Tá komu Sosialurin og Dimmalætting út fimm ferðir um vikuna, so tað vóru 10 bløð um vikuna. Í dag kemur Sosialurin út eina ferð um vikuna og Dimalætting eina ferð um mánaðin."

Netið hevur havt sína ávirkan.

Høvuðsinntøkan hjá bløðunum vóru lýsingarnar, leysasølan og haldarar. Í dag eru lýsingarnar farnar á netið, sum hevur minkað nógv um inntøkurnar. Tíðindaflutningurin er eisini fluttur yvir á netið, so bløðini eru ikki líka aktuell longur. 

"Fyrr vóru bløðini prentað í prentsmiðju í Havn, men í dag verður Sosialurin prentaður í Danmark. Tá tekur tað tveir dagar, til tey eru í postkassunum og handlunum. Tað hevði slett ikki borið til fyrr, tí tá hevði tað verið gomul tíðindi. Í dag eru bløðini meira portrettir og minni dagsaktuell tíðindi," sigur Eirikur Lindenskov. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. november
Vikuskiftið 7 november 2025
199629
Fríggjadag 7. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Ragnar í Vík
199607
Fríggjadag 7. november
Breddin: Støðan í Sudan
199602
Fríggjadag 7. november
RagnarRokk: STORM um Join The Storm
199597
Fríggjadag 7. november
Morgunlestur fríggjadagur 7.november 2025
199259
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506
Hósdag 6. november
Veðrið
199573