- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prima-snús fer nú í søguna
Á Hellunum situr ein av trúgvu brúkarunum av Prima-snúsi, Justinus Eidesgaard. Hann hevur líka síðan hann sum smádrongur royndi at spæla skrappur fyri sínum vinmonnum í Oyndarfirði, verið bundin at tí serstaka snúsinum í brúna pakkanum.
Eftirspurningurin er tó fallin nógv, eftir at snús í dósum og pakkum kom á marknaðin og tók kappingina upp. Tað hevði við sær, at framleiðslan steðgaði. Í nakrar mánaðir var einki snús av hesum slagnum at fáa, men føroysku snúsararnir vildu ikki lata sær hetta lynda. Nakað eftir funnu føroysku innflytatrarnir fram til ein nýggjan framleiðara til serstaka snúsið. Teir bóðu millum annað Jústinus Eidesgaard um at smakka nýggju vøruna, og hann vendi tummilin upp - nýggja snúsð var betur enn tað gamla.
Men so fekk snúsið aftur ein frammaná, tá nýggj avgjøld vórðu løgd á tubakk. Ein snúspakki kostaði brádliga fleiri hundrað krónur. Aftur fóru snúsararnir til verka og endin var, at ein serlóg varð gjørd fyri júst Primasnús, sum fekk undantak frá príshækkingunum.
So trúðu Prima-snúsararnir at væl stóð til - men nei. Meðan snúsið hevði verið burtur av marknaðinum, var sølan fallin so mikið, at tað loysti seg ikki meira at framleiða tað. Sølan var minkað umleið 2/3.
Og so fall hamarin endaliga.
Framleiðslan er nú steðgað og Justinus Eidesgaard og hinir snúsararnir mugu bara finna seg í, at nú er eingin vegur aftur. Antin mugu teir leggja um til posasnús ella leggja av - Jústinus ætlar sær tað seinna.
























