Fyribilsloysn í 40 ár

Fyribilsloysn í 40 ár
Hóast bæði ætlanir og játtanir, er eingin ítøkilig ætlan at gera byrgingina um Haraldssund lidna
02.03.2026 - 19:38

40 ára gamla byrgingin um Haraldssund er ein fyribilsloysn, sum skuldi gerast liðug, men tað er ongantíð hent, og tað ørkymlar Ólavur F. Nybo, borgarstjóra í Kunoyar kommunu.

- Byrgingin um Haraldssund varð sett í samferðsluætlanina hjá Landsverki fyri tíðarskeiðið 2018 til 2030, og har stóð tað, at arbeiðið skal gerast í 2027, men tann ætlanin gjørdist av ongum, sigur hann.

Byrgingin hevur fleiri ferðir verið á politisku dagsskránni, men enn er einki hent. Borgarstjórin heldur, at tá aðrar verkætlanir fáa játtað pening í tíð og ótið, so átti peningur verið settur av at gjørt byrgingina lidna.

Í 2008 var ein verkætlan gjørd. Tá var mett, at byrgingin kundi gerast liðug fyri 25 milliónir. Arbeiðið skuldi gerast samstundis sum tunlarnir Norður um fjall, og 22 milliónir vórðu settar av á fíggjarlógini fyri 2009. Men ætlanin bleiv spard burtur aftur.

- Her má handlast upp á onkran máta. Mann má koma við eini ætlan, hvat mann sær fyri sær skal gerast. Hetta er vónleyst, sigur Ólavur F. Nybo, borgarstjóri í Kunoyar kommunu.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604