55 mió. ára gamlar steinrenningar funnar í Føroyum

08.08.2013 - 13:22
Lívsstílur
55 mió. ára gamlar steinrenningar funnar í Føroyum
Í summar vóru vísindafólk í Føroyum og leitaðu eftir fornum plantuleivdum og steinrunnum trøum
Frøi er á monnum, tá onkrar spennandi plantuleivdir verða funnar í leirlindunum millum basaltfláirnar. Frá vinstru Guido Grimm, Christian Pott og Friðgeir Grímsson.
Mynd: Mynd: Jardfeingi.fo  

Í summar vóru fýra fólk frá frá lærda háskúlanum í Wien og náttúrugripasavninum í Stokkhólmi gjørdi kanningar av fornum plantuleivdum í Føroyum.

Endamálið var at lýsa plantuumhvørvið, sum var á Norðuratlantsmótinum fyri góðum 55 milliónum árum síðani.

Saman við fólki av Jarðfeingi hugdu vísindafólkini at kolalindini og millum basaltfláirnar í Suðuroy, Gásadali, Tindhólmi og Mykinesi.

Í Mykinesi funnu tey knapt tveyhundrað steinrenningar. Talan er um træleivdir so sum bløð, nálir, greinar og konglar. Millum steinrenningarnar eru fleiri sløg av trøum, sum ikki hava verið skrásett í Føroyum fyrr.

Hoyr samrøðuna við Bartal Højgaard, sum luttók í leitanini eftir fornum plantuleivdum og trøum.

Kelda: Jardfeingi.fo

Mynd: Jardfeingi.fo

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139