6 ára gomul bundið sína egnu skúlatroyggju

19.08.2013 - 14:56
LívsstílurBørn
6 ára gomul bundið sína egnu skúlatroyggju
Nicolina Æðustein Danielsen, sum er seks ár og í dag byrjaði í fyrsta flokki í Glyvra skúla, hevur sjálv bundið sína skúlatroyggju
Seks ára gamla Nicolina Æðustein Danielsen í fínu skúlatroyggjuni, hon sjálv hevur bundið.
Mynd: Jonna F. Mortensen  

Tá seks ára gamla Nicolina Æðustein Danielsen úr Rituvík í dag fór í fyrsta flokk í Glyvra skúla, var tað í einari heilt serligari skúlatroyggju. Skúlatroyggjuna hevur Nicolina sjálv bundið.

Tað er omman hjá Nicolinu, Erika Danielsen á Toftum, ið hevur lært ommudóttrina at binda. Nicolinu dámar væl at vitja ommuna, og tær hava mangar góðar løtur saman, tá ið tær sita við stokkum.

Jonna Fritsdóttir Mortensen er farin ein túr inn á Toftir at vitja ommuna Eriku og ommudóttirna Nicolinu.

Hoyr samrøðuna, ið varð send í sendingini Summarmorgun í morgun. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819