Løgreglan kannar illgrunasamt deyðsfall í Havn

21.11.2013 - 07:58
Innlendis112
Løgreglan kannar illgrunasamt deyðsfall í Havn
Ein 68 ára gamal maður er handtikin, undir illgruna fyri hava beint fyri einum 61 ára gomlum manni

Løgreglan kannar eitt illgrunasamt deyðsfall í Marknalíð í Havn. Løgreglan fekk seint í gjárkvøldið boð um, at ein 61 ára gamal maður var funnin deyður á bústaði sínum. Tá løgreglan og sjúkrabilur komu á staðið, var greitt, at tann 61 ára gamli maðurin ikki er deyður á nátúrligan hátt.

Løgreglan tók stutt eftir ein 68 ára gamlan mann, sum er skuldsettur í málinum, tí hann er undir illgruna fyri at hava gjørt av við tann 61 ára gamla mannin. Skuldsetti maðurin skal eftir ætlan í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti seinni í dag.

Rættarlæknalig líkskoðan og obduktión av tí deyða manninum verður eisini eftir ætlan framd seinni í dag.

Serfrøðingar frá Kriminalteknisku deild hjá Ríkispolitinum og ein rættarlækni koma til Føroyar í dag, fyri at kanna umstøðurnar nærri saman við politistum frá kanningardeildini í Føroyum, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

Hoyr Finn Koba í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115