Umhugsa at útseta skurðviðgerðir í Klaksvík

06.05.2015 - 09:40
InnlendisHeilsa
Umhugsa at útseta skurðviðgerðir í Klaksvík
Verður nýggj doyvingarútgerð ikki fingin til vega skjótt, verður neyðugt at útseta 40 skurðviðgerðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur yvirlækni

Jákup Petersen ortopædiskur yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at útgerðin, sum brúkt verður til sóttreinsan av amboðum,  er vánalig, og tólini sum brúkt verða at doyva sjúklingar hava leingi verið í sera ringum standi.

Men nú eru tey oyðiløgd av vatnskaða, og tí ber slett ikki til at doyva sjúklingar, sigur Jákup Petersen.  

Tað hevur ikki verið gjørligt at skurðviðgjørt fólk, meðan Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið umvælt, og tí standa 35-40 fólk í løtuni á bíðilista til millum annað at skifta knø og liðir.

Umhugsa at útseta skurðviðgerðir

Jákup Petersen sigur, at hann fleiri ferðir hevur gjørt vart við, at neyðugt er við nýggjari útgerð, men higartil er onki hent.

Hann heldur, at ein trupulleiki er vantandi samskipan av útgerð og vantandi læknalig leiðsla á sjúkrahúsinum.

Arbeitt verður í løtuni við at fáa til vega doyvingartól. Men eyðnast hetta ikki skjótt, mugu skurðviðgerðirnar útsetast, sigur Jákup Petersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558