Dugir Bíbliuna uttanat

07.05.2015 - 13:18
Mentan
Dugir Bíbliuna uttanat
- Øll kunnu læra at minnast langar tekstir og duga teir uttanat, sigur Klaus H. Laursen, ið sjálvur dugir fleiri partar av Bíbliuni uttanat

Hann fortelur alt Markusarevangeliið orðarætt. Uttan at hava Bíbliuna framman fyri seg.


Tann 36 ára gamli Klaus H. Laursen hevur lært seg at minnast tekstir uttanat. Sjálvur hevur hann eina bachelorútbúgving í teologi og dagliga ferðast hann í Danmark, har hann upptraðkar við sínum serliga hátti at fortelja úr Bíbliuni.


Klaus H. Laursen hevur lært seg at brúka ein heilt serligan framferðarhátt, tá hann skal læra seg langar tekstir uttanat.


- Tað snýr seg um at gera sær eina rutu inni í høvdinum. Til dømis eina rutu inni í tínum egna heimi. Síðani skalt so at siga leggja nøkur lyklaorð ymisk støð á rutuni. Tá tú so gongur rutuna í høvdinum, veitst tú, at tá tú kemur til úthurðina, eru ávís stikkorð. Tá tú kemur yvir til vaskið í køkinum er aftur ávís lyklaorð, greiðir Klaus H. Laursen frá.


Hann vísir á, at øll kunnu læra seg at minnast tekstir á henda hátt.


- Til dømis er hetta nakað, sum fleiri ung fólk brúka í sambandi við próvtøkur, tá tú jú hevur eina rúgvu av ymiskum, longum tekstum, ið tú skalt minnast, sigur Klaus H. Laursen.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. juli
Pápi mín og eg: Vanja og Victor
141841
Týsdag 5. juli
Summarmorgun 050722
141840
Týsdag 5. juli
Morgunlestur týsdagur 5. juli 2022
141653
Mánadag 4. juli
Summarmorgun 040722
141790
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. juli
3-2
141831
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 10:10
141574
Mánadag 27. juni
3-2
141573