- Tíðindi, mentan og ítróttur
Túrurin hjá Ova
12.08.2016 - 11:22
Mentan
Túrurin hjá Ova
Ove Joensen førdi dagbók á túrinum úr Føroyum til Danmarkar í 1986. Her fæst innlit í hvussu hann upplivdi túrin og hvussu gekst at rógva.

11. august 1986 kom Ove Joensen á land á Longulinju í Keypmannahavn eftir drúgva og harðføra túrin úr Føroyum til Danmarkar í lítlum árabáti. Ikki færri enn 25.000 fólk bíðaðu framvið Longulinju at síggja føroyska sjógarpin stíga í land og kyssa havfrúnna. Danski borgarstjórin tók ímóti og segði, at eingin einstaklingur hevði fingið slíka móttøku í Keypmannahavn á ævini. Í sendingini verður lisið úr dagbókini, sum Ove førdi á túrinum. Kringvarpið hevur í gerð sjónvarpssending um Ova Joensen, sum ætlandi verður víst í heyst.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV