- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsinnsavning hjá Bláa Krossi verður í morgin
Eins og í fjørð verða ein føroysk og ein grønlendsk verkætlan stuðlað.
Tann føroyska er 'Øll hava rætt til góð barnaár', sum er eitt tiltak fyri børn og ung, ið hava foreldur og familju við rústrupulleikum. Við serkønari hjálp og vegleiðing tosa tey í bólki saman um sínar upplivingar, kenslur og hugsanir við øðrum í líknandi støðu. Tiltakið hevur víst seg at vera til stóra hjálp, sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi.
Útlendska verkætlanin er í Grønlandi, har næstan ein triðingur av øllum grønlendskum børnum veksur upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum, og ein triðingur av gentunum eru kynsliga misnýttar. Hetta eru sera ræðandi tøl. Blái Krossur í Føroyum samstarvar tískil við Bláa Kross í Danmark og Grønlandi at gera nakað við støðuna.
Les meir um verkætlanina her: Hjálp børnum í Grønlandi og Blái Krossur hjálpir børnum í Grønlandi
Tak niður
Sí eisini