Nýggj lóg, sum skal verja náttúruna, er á veg

30.11.2017 - 12:40
InnlendisSamfelag
Nýggj lóg, sum skal verja náttúruna, er á veg
Landsstýrið fer at viðgera uppskotið mánadagin, sigur Sirið Stenberg:
Reglur verða gjørdar, so til ber at gera lista við plantum, sum ikki mugu innflytast til Føroya.

Nýggja náttúruverndarlógin er komin so langt, at uppskotið verður lagt fyri landsstýrisfundin mánadagin.

Lógin fer millum annað at geva heimild til at avmarka innflutningin av plantum fyri at sleppa undan, at tær og kyktini, sum koma við teimum inn í landið, gera skaða á føroysku náttúruna.

Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í løgtinginum í gjár, tá hon svaraði einum munnligum fyrispurningi frá Sonju Jógvansdóttur, løgtingskvinnu.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652