- Tíðindi, mentan og ítróttur
J&K kannar hvølla brestin
14.04.2018 - 11:47
Innlendis›Samfelag
J&K kannar hvølla brestin
Um átta tíðina í gjárkvøldið hoyrdu fólk í høvuðsstaðnum og aðrastaðni við í landinum ein hvøllan brest.
Tað var ikki bara í Havn, men eisini fleiri staðni í Eysturoynni, at fólk søgdu seg hoyra eitt ógvusligt buldur.
Talan var um spreinging á Glyvursnesi, har tey sprongja grót til havnaútbyggingina í Havn.
Stein Olvur Petersen, stjóri á J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum á Glyvursnesi, sigur, at tey nú eru farin at kanna, hvat tað var, sum hendi í gjárkvøldið.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV