Nón

1990-árini í føroyskum tónleiki og DJ-mentan
19-09-2018
Tónleikabólkanir Mold, McHár, Present Past, Vestmenn og ein super DJ frá 90unum, umframt eitt ummæli av Koralbruna eftir Onnu Maluni Jógvansdóttir

Í sendingini hitta vit Ólav Højgaard og Niels Olsen úr Vestmonnum, og síðani tosa vit við tveir av limunum í bólkinum Mold, sangaran Niclas Thorsteinson og urguleikaran, Guðmund Helmsdal Nielsen umframt ein av frontfigurunum í bólkinum McHár, Niels Una Dam.
Í seinra tímanum fara vit ein túr í Club 20 í hálvfemsunum, har millum aðrir, Kári Annand Berg stýrdi dansigólvinum sum DJ. Eisini kemur Emil Hermansen, gittarleikarin og sangskrivarin í legendariska rokkbólkinum Present Past at greiða frá bólkinum, tónleikinum og einastu útgávu teirra, sum kom út í 1999 og sum hevði heitið, You never know.
Eisini fer Jógvan Isaksen at ummæla savnið, Koralbruni eftir Onnu Maluna Jógvansdóttir.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022