- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógarbroytingin fer at skaða ferðavinnuna
Fólk, sum ætla sær til Føroya at ferðast, setast aftur, um tey ikki kunnu leiga bil her.
Lógarbroytingin um meirvirðisgjald á leigubilar, sum verða seldir, fer at gera, at færri ferðafólk koma til Føroya.
Tað sigur formaðurin í Ferðavinnufelagnum, Árni Olsen.
Hann heldur, at í staðin fyri at fara eftir leigubilamarknaðinum, øllum sum hann er, átti landsstýrið at farið eftir teimum fáu, sum misbrúka lógina.
Ferðavinnufelagið hevur biðið Fíggjarnevndina um at sleppa til orðanna har.
Ferðavinnufelagið hevur skrivað til Fíggjarnevndina og biðið um fund, tí felagið vil sleppa at siga sína hugsan um ætlanina hjá landsstýrinum at broyta lógina um meirvirðisgjald, so bilasølur skulu gjalda meirvirðisgjald fyri seldar bilar, sum upprunaliga eru skrásettir sum leigubilar.
Uppskotið fær álvarsamar avleiðingar fyri ferðavinnuna, sigur Ferðavinnufelagið.
Útvarpið hevur roynt at fáa viðmerkingar frá bilasølum og bilútleigarafyritøkum.
Eingin, sum vita hava tosað við, vil gera viðmerkingar.
Tó siga fleiri, at lógarbroytingin fer ikki at ávirka tey, tí tey brúka leigubilarnar so mikið leingi.
Tak niður
Sí eisini