Góðan morgun Føroyar

Orðaskifti: Trý ung meta um betri sálarheilsu
10-12-2018
Annika Samuelsen, Bjørk Teitsdóttir og Tóki Gyldenkærne Dalsgarð skifta orð um, hvat kann gerast fyri at betra um sálarheilsuna hjá ungum

Tað er strævið at vera ungur í dag, skrivar DR á heimasíðu teirra. Fleiri og fleiri ung stríðast við sálarligan mistrivna, stress ella tunglyndi. Hetta er í einum heimi undir konstantum broytingum, har avriksmentanin setur krøv til tann einstaka. 

Í Danmark hava tíggju ung tikið stig til royna at basa hesum. Tey hava latið Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharran í Danmark, ein bókling. Í bóklinginum standa níggju ráð um, hvussu vit betra um sálarheilsuna hjá ugnum. Ráðini fevna um alt frá tilvitskuna um sosialu miðlar, kropsfatan, upplýsing um mørkini hjá tí einstaka og lættari atgongd til sálarliga hjálp. Sí greinina um hetta her.

Trý føroysk ung fólk eru biðin um at velja eitt ráð burtur úr teimum níggju, sum tey halda er serliga týdningarmikið.

Bjørk Teitsdóttir valdi ráðið, sum ljóðaði soleiðis: Tað skal vera frírúm til børn og ung, har tað ikki skal avrikast ella præsterast.

Tóki Gyldenkærne Dalsgarð valdi ráðið: Børn, ung og teirra umhvørvi skulu hava talgilt dannilsi.

Annika Samuelsen valdið ráðið burtur úr teimum níggju, sum ljóðaði soleiðis: Virðingin fyri mørkunum hjá tí einstaka skal styrkjast.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024