Góðan morgun Føroyar

Týðandi áhaldandi at tosa um mannarættindi
10-12-2018
Heimsyvirlýsingin um mannarættindi hjá ST fyllir 70 ár í dag, og er framvegis háaktuel, heldur Amnesty Føroyar.

Heimsyvirlýsingin um mannarættindi hjá ST varð samtykt 10. Desember í 1948 og fyllir sostatt 70 ár í dag. Hetta varpar Amnesty Føroyar eisini ljóð á við átaki á heimasíðuni hjá felagsskapinum, og á tiltakinum "Skriva fyri lívi", sum Amnesty Ung skipar fyri á Reinsarínum í kvøld.
Tí hóast tað eru 70 ár síðani, at yvirlýsingin um mannarættindi var samtykt í kjalarvørrinum á seinna heimsbardaga, eru hon framvegis háaktuel, halda Katrin á Neystabø, aðalskrivar í Amnesty Føroyar og Annika Malunardóttir.

"Tað er týðandi áhaldandi at tosa um og varpa ljós á mannarættindi", søgdu Katrin og Annika, tá vit tosaðu við tær um, hvussu Amnesty arbeiðir við mannarættindum, hvussu støðan er viðvíkjandi mannarættindum í Føroyum, og um heimsyvirlýsingin framvegis hevur týdning.

Mannarættindayvirlýsingin og mannarættindi:
Heimsyvirlýsingin varð samtykt trý ár eftir, at Sameindu tjóðir vóru stovnaðar í kjalarvørrinum eftir seinna heimsbardaga. Í henni eru 30 punktir, sum samanumtikið snúgva seg um:


1. Rættin til lív, frælsi og trygd.
2. Rættin til føði, klæði, hús og heim, og til arbeiði, løn og ogn.
3. Rættvísar lógir og rættargangur.
4. Rættin til frítt at trúgva, hugsa og tala.


Heimsyvirlýsingin er ein yvirlýsing og tí ikki løgfrøðiliga bindandi fyri limalondini. Men arbeiðið við at skapa bindandi altjóða reglur um mannarættindi er ment gjøgnum árini, og í dag eru nýggju høvuðs sáttmálar í ST, tá umræður mannarættindi.

  • Altjóða semjan um borgarlig og politisk rættindi (1966)
  • Altjóða semjan um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi(1966)
  • Sáttmálin um at basa øll sløg av mismuni móti kvinnum(1981)
  • Altjóða semjan um at basa øll sløg av mismuni vegna rasu(1969)
  • Sáttmálin um rættindini hjá børnum(1990)
  • Sáttmálin móti píning og aðrari ræðuligari, ómenniskjasligari ella mannminkandi viðgerð ella revsing(1987)
  • Sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek(2008)
  • Sáttmálin um at verja rættindi hjá øllum gestaarbeiðarum og familjulimum teirra(2003)
  • Sáttmálin um at verja allar persónar frá tvungnari hvørving(2010)

Føroyar eru fevndar av sjey teimum fyrstu sáttmálunum, men eru ikki fevndar av sáttmálanum um at verja rættindi hjá gestaarbeiðarum, ella sáttmálanum um at verja persónar frá tvungnari hvørving.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024