- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tvær framsýningar um árið
12-12-2018
Nú ferð er komin á framsýningarvirksemið hjá Tórshavnar býarsavni, er ætlanin at, savnið skal hava tvær framsýningar um árið, sigur savnsleiðarin.
Tórshavnar Býarsavn yvirtók í oktober privata býarsavnið hjá Birgari Johannesen, og leiðari varð settur í august í ár. Higartil hevur Býarsavnið lagt stórstan dent á gransking og at skriva Havnar søgu, men ætlanin er nú at fara at hava fleiri framsýningar við lutum.
Í løtuni hevur savnið eina sonevnda "pop-up" framsýning í auluni í Finsen, og málið hjá savninum er at hava tvær framsýningar um árið.
Býarsavnið hevur ikki hóskandi framsýningarhølir, og noyðist tí at hava framsýningarnar í ymsum hølum, men Margretha Nónklett, leiðari á býarsavninum vónar, at kommunan skjótt finnur hóskandi hølir til savnið.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024