Peningurin skal til teirra sum eiga jørðina

12.01.2019 - 14:00
Lívsstílur
Peningurin skal til teirra sum eiga jørðina
Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, heldur at peningurin fyri at ganga í haganum endar í skeivum lummum

Í dag skipa Bóndafelagið og Óðalsfelagið fyri felags limafundi á Búnaðarstovuni í Kollafirði.

Har fara tey at tosa um, hvussu feløgini bæði kunnu finna ein felags leist fyri, hvussu tey, sum eiga jørðina, fáa sum frægast burtur úr økta áhuganum fyri at ferðast í føroysku náttúruni.

Fundurin hevur fingið heitið: Ferðavinna við atliti til vernd av náttúru og gongd í haga.

Sigert Patursson, bóndi á Vatnaskørðum í Hoyvíkshaganum, er formaður í Bóndafelagnum, og í hesi samrøðuni, greiðir hann frá, hvat fundurin snýr seg um, hvat trupulleikin er og hvørjar møguleikar hann sær fyri tí sum liggur fyri framman.

Lurta eftir samrøðuni her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887