Nón

Nón 15.01.19 - Tematýsdagur um ES og Brexit
15-01-2019
Nú Bretland væntandi fer úr Evropasamveldinum, og Undirhúsið atkvøður um Brexit, er ES evnið í tematýsdegnum

Stutt eftir at farna øld var komin í helvt tóku seks lond stig til at stovna felagsskapin, sum vit í dag kenna sum ES ella Europeiska Samveldið. Og júst hendan týsdagin skal Undirhúsið í Westminster atkvøða um eina skilnaðaravtalu, nú Bretland fer úr ES.

Hesin tematýsdagurin hevur tí ES og Brexit sum evni. Vit taka pulsin í enska høvuðsstaðnum, ES-høvuðsstaðnum og í skotska høvuðsstaðnum. Áki Johansen er føroyskur sendimaður í London; Elin Mortensen starvast sum sendikvinna í Bruxelles; og Brynhild Weihe lesur løgfrøði í Edinburgh.

Hvat var endamálið Evropasamveldinum, hvussu hevur hilnast og hvør verður framtíðin. Vit perspektivera, tá Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, kemur á gátt.

Kate Sanderson hevur starvast sum føroysk sendikvinna í Bruxelles farnu árini. Vit spyrja hana um sambandið millum Føroyar og ES.

Hvørjar eru vánirnar, nú Undirhúsið tekur støðu til Brexit, og hvat merkir hetta fyri føroyingar? Hesar og aðrar spurningar seta vit Hallu Nolsøe Poulsen, ið er forkvinna í føroyska Brexitbólkinum.

Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum eru farnir til London í samband við Brexitatkvøðugreiðsluna í Westminster. Vit spyrja, hvat teir vænta at fáa burturúr.

Eitt samt løgting tók undir við at Føroyar skuldi veri uttanfyri EEC, sum ES nevndist tá. Men hvat halda føroyskir politikkarar í dag? Orðaskifti millum Sjúrð Skaale, fólkatingsmann fyri Javnaðarflokkin, og Hanus Samró, skrivara í Fólkaflokkinum.

Tematýsdagurin um ES kann hoyrast her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022