Góðan morgun Føroyar

Børn skulu ikki fáa hjálp til alt
16-01-2019
Børn í dag verða borin, koyrd og fáa hjálp til alt. Tað ger, at tey eru illa fyri motoriskt, og tað hevur avleiðingar.

Alt ov nógv børn í Føroyum eru motoriskt illa fyri.

Hetta er nakað, sum eitt nú námsfrøðingar, lærarar, hjálparfólk og heilsusystrar síggja í sínum arbeiðsdegi.

- Tað er ikki óvanligt at síggja børn, sum ikki duga til dømis at ganga í trappum ella klára at traðka upp á ein høgan kantstein.

Soleiðis sigur Linda av Fløtum, námsføðingur, sum júst er úbúgvin motorikkvegleiðari. Hon er millum tey 26 fólkini, sum í eitt ár hava nomið sær hesa útbúgvingina.

Tað er Guðrun Horn, sum hevur fingið henda útbúgvingarmøguleikan til Føroya. Sambært henni eru tað alt ov nógv børn, sum ikki eru nóg væl fyri motoriskt:

- Børn í dag sita ov nógv og røra seg sum heild alt ov lítið. Tey hava brúkt fyri at hoppa, klatra og brúka kroppin, soleiðis at kroppurin fær avbjóðingar og á tann hátt kann mennast motoriskt, sigur Guðrun Horn.

Í morgunsendingini greiddu Linda av Fløtum, Annika Østerø og Guðrun Horn frá trupulleikanum av, at børn ikki eru nóg væl fyri motoriskt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024