Góðan morgun Føroyar

Gomul træskip til Danmarkar at heiðra Merkið
16-01-2019
2. juni í ár eru tað 100 ár síðani, at føroyska flaggið, Merkið, fyri fyrstu ferð alment varð sýnt fram.

Birgir Enni, Hans Eli Hansen og Claus Reistrup vitja morgunsendingina.

Í tíðindaskrivið verður tiltakið lýst soleiðis:

Tað var í Nordmandsdalen við Fredensborg at Merkið fyrstu ferð var víst alment fram, og merkisberari var Kjartan Mohr, ið seinni stovnaði Tórshavnar Skipasmiðju. Kjartan var tá lærlingur á Helsingør Skipsværft.

Merkið var teknað av tí táverandi stud. jur. Jens Olivur Lisberg úr Famjin saman við Janusi Øssursyni og Paula Dahl. Felagið Føroysk Træseglskip gjørdi á aðalfundinum 3. november 2017 av, við støði í uppleggi frá einum arbeiðsbólki, at skipa fyri sigling til Danmarkar í 2019 við einum 6-7 gomlum føroyskum træskipum. 5 av hesum hava av Tjóðsavnum fingið átekning sum mentanarsøgulig skip.

Mentanarsøgulig, tí skipini umboða eitt slóðbrótandi tíðarskeið í føroyskum vinnulívi, ið legði lunnar undir dagsins føroyska samfelagið og eina tjóðskaparliga sjálvsfatana. Felagið setti ein arbeiðsbólk upp á sjey fólk, sum fór undir innleiðandi fyrireikingar av flaggsiglingini við støði í upplegginum. Hetta bar í sær, at ein samlað ætlan fyri siglingina umframt fíggjarætlan vóru gjørdar. Innleiðandi samband var eisini tikið við havnir og stovnar, har flotin fer at leggja at.

Siglt verður úr Føroyum 16. mai 2019, og fyrsta málið fyri siglingina verður Odense, har føroyski flotin tann 23. til 26. mai 2019 fer at luttaka í Odense Havnekulturfestival. Føroyski flotin fer at leggja at við Nordatlantisk Hus, ið er karmar og samlingarstaður fyri íslendingar, grønlendingar og
føroyingar, sum eru búsitandi á Fyn.

Húsið skal vera við til gera tey trý londini í Norðuralantshavinum sjónlig fyri borgararnar á Fyn. Samband er við føroyingar í Odense, sum fara at vera okkum til hjálpar við at skipa fyri serligum føroyskum tiltøkum teir tríggjar dagarnar, skipini liggja við bryggju við Nordatlantisk Hus.
Frá Odense verður siglt víðari til Århus, har flotin fer at liggja við bryggju við Dokk 1, ið m.a. rúmar eitt mentanarhus og høvuðsbókasavnið í býinum. Í Århus verður skipað fyri ymiskum framsýningum og tónleikatiltøkum. Somuleiðis verður tann nýggja og sera nógv rósta og umtalaða føroyska matmentan ikki bara sýnd fram, men høvi verður eisini at fáa smaksroyndir.

Frá Århus verður siglt móti Keypmannahavn. Eftir ein stuttan steðg í Helsingør frá 29. til 30. mei, har vit hava opið skip og kunning um Føroyar í skúlum á staðnum, verða skipini snøggað til, siglt verður víðari til Keypmannahavnar, har vit koma tann 30. mai. Lagt verður til kei við Norðuratlantsbryggjuna uml. kl. 14. Meðan flotin er í Keypmannahavn, verður føroyski parturin av Norðuratlantsbryggjuni millum annað brúktur til listaframsýning, tónleikatiltøk, kunning um føroyska gastonomi (íroknað smaksroyndir), føroyska sniðgeving og ferðamøguleikar til og í Føroyum.

2. juni 2019 fara vit at hátíðarhalda, at Merkið fyllir 100 ár. Fyrst fara skipsmanningar saman við føroyingum í Keypmannahavn í skrúðgongu frá Norðuratlantsbryggjuni til Regensen, har Merkið fyri fyrstu ferð var havt á víðum lofti í mai 1919. Tað var frá vindeyganum í kamar nr. 16 á gongd 7.
Eitt lítið minningarháld verður har, og eitt føroyskt kór fer at syngja. Síðani verður farið til gudstænastu í Holmens Kirkju. Frá Holmesn Kirke verður farið í bussum til Nordmandsdalen, ið er partur av Fredensborg Slothave.
Tað var har, at Kjartan Mohr 2. juni 1919 gekk á odda við Merkinum, tá ið tað fyri fyrstu ferð alment var sýnt fram.

Farið verður í skrúðgongu til Nordmandsdalen, og Mouritz Mohr, abbasonur Kjartan, fer at ganga á odda, berandi Merkið. Tá komið er fram, fara umboð fyri Føroya Landsstýri umframt Jógvan Arge at halda røðu, og eitt føroyskt kór fer at syngja. Væntandi verða nógvir føroyingar við til tiltakið í Nordmandsdalen, ti øll føroyingafeløg í Keypmannahavn og á Sjællandi eru kunnað um tiltakið.

Um kvøldið 2. juni verða tónleikatiltøk við føroyskum orkestrum og sangarum á Norðuratlantsbryggjuni.

Í Keypmannahavn eins og í hinum havnunum, har flotin leggur at, verður opið skip, so fólk á staðnum fáa høvi at sleppa undir dekk og síggja tey viðurskiftini, sum manningarnar livdu og arbeiddu undir, tá ið skipini vóru til fiskiskap undir Íslandi ella Grønlandi.
Við hvørt skipið er myndatalva við øllum týðandi upplýsingum um skipið.

Felagið Føroysk Træseglskip fer at framleiða ein lítlan faldara, sum í stuttum lýsir tann týdning, sum sluppirnar høvdu fyri menning av føroyska vinnulívinum og sostatt eisini av samfelagnum. Í faldaranum verður eisini greitt frá, hvussu føroyski fiskiflotin hevur ment seg til í dag at vera ?hypermoderrnaður?, men vist verður eisini á, hvussu føroyskar fyritøkur hava megnað at ment ein laksaídnað, ið framleiðir eina vøru í heimsflokki.

5. juni siglir flotin til úr Keypmannahavn til Ebeltoft, har flotin fer at liggja við bryggju við Fregatten Jylland. Fregatten Jylland hevur tríggjar ferðir verið í Føroyum. Fyrsta ferð var í 1862 og síðan í 1872. Síðsta ferðin var í 1874. Tá var Fregatten Jylland í Føroyum sum kongaskip við Chr. IX umborð. Í Ebeltoft verður m.a. skipað fyri málningarframsýning umframt ymiskum tónleikatiltøkum.

Sunnudagin 9. juni fer flotin at sigla heimaftur. Á veg til Føroya fer flotin at leggja at í Lerwick fyri at kunna hetlendingar um tann týdning, sum avgerðin hjá bresku stjórnini at góðkenna Merkið sum føroyskt tjóðflagg hevði fyri samleika føroyinga. Roknað verður við, at skipini verða aftur í Føroyum 16. juni.

Flaggsigling 2019 er sett saman sum ein blandingur av mentanarligum og vinnuligum tiltøkum. Av tí sama verður stórur dentur lagdur á, at tær luttakandi føroysku fyritøkurnar fáa høvi at sýna fram teirra vørur, og at tey vitjandi fáa nakrar góðar upplivingar, sum kunnu kveikja áhuga fyri Føroyum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024