Góðan morgun Føroyar

Krúnprinsurin skal renna í Klaksvík
16-01-2019
Royal Run byrjar í Klaksvík tann 1. juni, og Krúnprinsurin verður við í renningini

Tann 1. juni í ár verður ikki ein heilt vanligur leygardagur í Klaksvík.

Í morgun boðar sanska kongshúsið, at rennitiltakið hjá Fríðrikki Krúnprinsi, Royal Run, byrjar í Klaksvík leygardagin 1. juni.

Í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Krúnprinsinum í mai 2018, rann Krúnprinsurin Royal Run saman við 70.000 luttakarum í fimm ymiskum býum í Danmark.

- Vit høvdu vitjan av Krúnprinsfamiljuni seinasta summar, men høvdu ikki ímyndað okkum, at Krúnprinsurin fór at vera so skjótur aftur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum tó leggur aftrat, at hann undir veitsludøgurðanum í Spinnarínum spurdi, um tað ikki var ein møguleiki, at hava Royal Run í Klaksvík.

-Góða móttøkan uttanfyri Norðoya Sparikassa, har føroyskir rennarar frá Royal Run 2018 tóku ímóti Krúnprinsafamiljuni, hevur heilt sikkurt eisini havt sína ávirkan, at Klaksvík varð valt sum staðið, har renningin skuldi vera, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Í morgunsendingini greiddu Jógvan Skorheim og Guttorm Sørensen frá rennitiltakinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024