Viðlíkahaldið av veganetinum afturúrsiglt

10.02.2019 - 15:08
InnlendisSamfelag
Viðlíkahaldið av veganetinum afturúrsiglt
Undirstøðukervið í Føroyum er illa fyri, tí pengar eru ikki til viðlíkahald og umvælingar
32 brýr í Føroyum eru á fjórða stigi, tí næst ringasta, og krevja dagføringar alt fyri eitt.

Brýr nærkast tí at verða latnar aftur.

Tunlar verða ikki haldnir viðlíka sum teir eiga.

Og hundrað kilometrar av landsvegi hava brúk fyri asfalti her og nú.

Armgarð Steinhólm er leiðari á deildini fyri infrakervi hjá Landsverki.

Vit spurdu hana, um vandi ikki er fyri, at vegir, tunlar ella brýr rætt og slætt verða stongd, tí pengar eru ikki til viðlíkahald?:

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, segði við Útvarpið fríggjadagin, at fyri at fáa nóg mikið av peningi, kann gerast neyðugt at marka meira vegskatt til eftirsleipið hjá Landsverki.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585