Nón

Nón - 14.02.2019
14-02-2019
Íverksetan, heilsutøkni, nýskapan og havrógving

Íverksetan og nýmenning eru orð, sum javnan eru á lofti í hesum døgum, og tað setur eisini dám á dagsins Nón.

Innovatión er ikki lærugrein í fólkaskúlanum, men millum annað Eysturskúlin hevur lagt seg eftir at undirvísa í nýmenning og íverksetan. Skúlin skipar fyri skeiðum í innovatión fyri 5.-9. flokkarnar, og eisini ber til at taka breyt á Nám X í íverksetan. Vit vóru ein túr á Eysturskúlanum og tosaðu við Inga á Smið og Petur Hentze Niclasen, sum samskipa og undirvísa í innovatión og íverksetan á Eysturskúlanum.

Fyritøkan Look North hevur sett sær sum mál at menna fýra nýggjar vørur um árið. Vit hava verið í Klaksvík og tosað við ársins íverkseta 2017, Árna Skaale, stjóra í Look North.

Hósdagsgesturin í Nón hevur sett sær fyri at rógva einsamallur um Atlantshavið. Livar Nysted var á gátt fyrst í seinna tímanum.

Føroyingurin Bogi Eliasen hevur júst fingið altjóða virðisløn fyri sítt arbeiði til frama fyri heilsutøkni á instituttinum fyri framtíðargransking. Vit tosaðu við hann millum annað um, hví hann hevur finguið hesa viðurslønina.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022