Góðan morgun Føroyar

Gravgangur eftir 9. symfoni
15-02-2019
Hesa konsertina kundu vit selt fleiri ferðir, sigur Poul Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóri í Føroya symfoniorkestri

Leygarkvøldið framførir Føroya symfoniorkestur 9. symfoni eftir Ludvig van Beethoven.

Hetta er ein ógvuliga ambitiøs verkætlan, sum leingi hevur verið í huganum á fólki, ið hava áhuga fyri klassiskum tónleiki.

9. er mest krevjandi symfoniin hjá Beethoven, og tí hevur hetta kravt nógv av øllum pørtum, vísir Poul Jákup Thomsen á.

Nøkur eru fallin frá í tilgongdini, men tað er ein partur av eini so krevjandi verkætlan.

Ólavur Jakobsen, tónleikari, sigur, at tað er nógv, ið ger hetta verkið til nakað heilt serstakt.

Millum annað tað, at Beethoven í veruleikanum var deyvur, tá hann skrivaði symfoniina.

Áhugin fyri konsertini er ovurhondsstórur, og hon bleiv útseld alt fyri eitt. Ólavur Jakobsen fegnast um, at tað eydnaðist at keypa atgongumerki á Rótikassanum á Facebook.

Hetta er ein søgulig hending, nú Føroya symfoniorkestur fer at framføra hetta klassiska verkið, sigur Ólavur Jakobsen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024