Tórshavnar kommuna á Tórskvøld í Aalborg

16.02.2019 - 09:23
Innlendis
Tórshavnar kommuna á Tórskvøld í Aalborg
Tað er av stórum týdningi, at vit kunna útisetar um teir møguleikar, sum eru í kommununi, sigur Annika Olsen

Fyrst í mars skipar Tórshavnar Kommuna fyri sokallaðum Tórskvøldi í Aalborg. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, skal greiða útisetum frá um gongdina í høvuðsstaðnum.

Leiðarin á KT-deildini, tekniski stjórin og dygdarmennarin í Heilsu- og umsorganartænastuni umframt fólk frá Hugskotinum og íverksetarar taka eisini lut.

Annika Olsen, borgarstjóri, og onnur í Tórshavnar kommunu fara fyrst í mars til Danmarkar at hitta útisetar á Tórskvøldi í Aalborg, sum tað verður nevnt.

Borgarstjórin veit ikki neyvt, hvat ferðin kostar skattgjaldarunum, men hon heldur, at slík tiltøk eru neyðug íløga í framtíðina hjá kommununi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887