Góðan morgun Føroyar

- Babba fer ikki at hyggja
20-02-2019
- Tey flestu halda, tað er stuttligt, men babba hevur sagt, at hann ætlar sær ikki at síggja nakran part, sigur Teitur, sum er við í Paradise Hotel

Tá danska realitysendingin, Paradise Hotel, byrjar um nakrar vikur, verður 23 ára gamli Teitur Skoubo Juliansson millum teir 10 ungu luttakararnar, sum vit fara at síggja á stóra marglætishotellinum í Meksiko.

Tað var í fjør, at Teitur Skoubo Juliansson valdi at senda umsókn til TV3, tá tey sóknaðust eftir ungum, veitslusinnaðum luttakarum til kendu sjónvarpsrøðina.

- Eg havi sæð fleiri av sendingunum og havi altíð viljað sloppið við í Paradise Hotel, so eg valdi bara at søkja, sigur Teitur.

Eftir at hava verið til nakrar upptøkuroyndir fekk hann at vita, at hann var millum tey 10 ungu fólkini, sum skuldu til Meksiko í oktober í fjør.

- Tað var ein super feit uppliving, og nokk tað størsta eg nakrantíð havi upplivað, sigur Teitur, sum ikki gav sær stórvegis far um, at upptøkutól vóru til staðar alt døgnið.

- Eg eri soleiðis sum eg eri, og eg standi inn fyri tí, eg geri, so tað tímdi eg ikki at hugsa so nógv um, sigur Teitur, sum hevur fingið nógvar reaksjónir frá fólki, nú tað fyrr í vikuni bleiv almannakunngjørt, at hann er við í Paradise Hotel 2019.

- Tey flestu stuðla mær og halda, at tað er stuttligt, men til dømis babba hevur sagt, at hann ætlar sær ikki at hyggja. Og tað skilji eg væl, tí vit eru ung og ballast, og so hendir ymiskt, sigur Teitur.

Í morgunsendingini greiddi hann frá um sína luttøku í kendu, donsku realitysendingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024