Góðan morgun Føroyar

Fyrstu heiðursmerkini vunnin á Special Olympics
17-03-2019
12 føroyingar dystast á Special Olympics World Games í Abu Dhabi og Dubai í hesum døgum.

Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen hevur vunnið trý heiðursmerki á Special Olympics.

Hon vann silvur í 200 blandaðari svimjing í gjár, leygardagin, og í  Í dag hevur hon vunnið bronsu í 200 frí og silvur í 100 firvald.

Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá Parasport Føroyar og ferðaleiðari, sigur, at hetta fyrst og fremst er ein sera stór uppliving fyri føroyska ferðalagi.

Harumframt er tað mennandi at vera við, og fleiri vinarbond verða eisini knýtt.

Tað er ilt at siga, um vit fáa fleiri heiðursmerki, men vónirnar eru kortini hampuliga góðar, metir hann.

Endahátíðin á Special Olympics í Abu Dhabi og Dubai er 21. mars.

22. mars á morgni byrjar heimferðin hjá føroyska ferðalagnum.

Yvir 7000 ítróttarfólk við menningartarni úr øllum heiminum eru við á Special Olympics World Games í Abu Dhabi og Dubai.

Sambært fyriskiparunum er talan um størstu ítróttarhending yvirhøvur í 2019.

Á føroyska Special Olympics liðum eru Bjørt Hermansen, Eyð Patursson, Súsanna Johannesen og Jenny Solveig Thomsen, sum luttaka í rútmiskum fimleiki. Heidi Eliasen og Signa Vár Joensen skulu umboða Føroyar í svimjing. Meiken Salberg Olsen og Rúni Jacobsen luttaka í frælsum ítrótti, meðan Hilda

Poulsen og Oddur Gleðisheygg skulu kappast í ávikavist boccia og badminton.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024