- Tað er púra ógreitt, hvat bretar vilja

17.03.2019 - 16:54
Innlendis
- Tað er púra ógreitt, hvat bretar vilja
Valið hjá bretum fer helst ikki at ávirka okkum í Føroyum, tí vit hava fingið eina avtalu í lag, sum fær virknað, tá bretar fara úr ES.

Halla Poulsen, forkvinna í Brexitbólkinum hjá Landsstýrinum, sigur, at tað framvegis er púra ógreitt, hvat bretar fara at gera í Brexit høpi.

Fyrst atkvøddi bretska tingið atkvøða um avtaluna hjá Theresu May, um hvussu Bretland skal fara úr ES. Uppskotið fall.

Eftir hetta skuldi tingið siga sína hugsan um, hvørt Bretland skuldi fara úr ES uttan nakra avtalu. Tað uppskotið fall eisini.

Síðani var atkvøtt um, hvørt Theresa May kundi fara undir samráðingar at leingja avtaluna við ES. Tað uppskotið bleiv samtykt.

Valið til Evropaparlamentið verður í mai og fer at virka í juli. Tí er umráðandi at avtala er fingin í lag í seinasta lagi 30. juni.

Hetta fer helst ikki at hava nakra ávirkan á okkum í Føroyum, tí vit hava fingið eina avtalu í lag við bretar, sum fær virknað, tá teir fara úr ES, sigur Halla Pousen, forkvinna í Brexitbólkinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819