Góðan morgun Føroyar

Svanna hevur verið venjari í 50 ár
20-03-2019
- Øll kunnu læra at spæla hondbólt, men øll blíva ikki tey bestu, sigur Svanna Hanusardóttir, sum hevur verið hondbóltsvenjari í 50 ár

- Einki barn kemur til hondbólt fyri at sita á bonkinum. Tí skulu øll eisini hava møguleika fyri at læra at spæla hondbólt og verða partur av tí felagsskapinum, sum tú finnur í hondbóltsumhvørvinum.

Orðini eigur 66 ára gamla Svanna Hanusardóttir úr Havn, sum í heili 50 ár hevur verið venjari í hondbólti.

Herfyri heiðraði Hondbóltssamband Føroya Svannu fyri hennara drúgva arbeiði í føroyskum hondbólti.

Sum venjari hjá børnum og tannáringum hevur hon altíð hugsað, at øll skulu fáa møguleikan at spæla hondbólt og læra spælið. Tað merkir tó ikki, at øll blíva góð.

- Kroppar mennast so ymiskt, men tað er ikki altíð tey, ið hava stórt talent, ið blíva tey bestu. Tey, sum ikki duga best frá byrjan av, vilja ofta gera meira við at venja og læra seg, og tað merkir, at aftan á nøkur ár kunnu tey so at siga yvirhála tey, sum mann annars helt fóru at verða best, tí tey høvdu talent, sigur Svanna Hanusardóttir.

Í morgunsendignini hugdi hon aftur á tey 50 árini, hon hevur verið partur av føroyska hondbóltsumhvørvinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024