Góðan morgun Føroyar

Annita og barnið blivu útblakað úr løgtingssalinum
21-03-2019
Nærum sama hending, sum fór fram í Fólkatinginum fyrradagin, hendi í løgtingssalinum fyri 19 árum síðani

Seinastu tveir dagarnar er tað ein hending, sum fleiri av stóru útlendsku miðlunum hava skrivað um.

Tað snýr seg um eina hending í danska Fólkatinginum fyrradagin. Tá bleiv Mette Abildgaard, sum er forkvinna í konservativa flokkinum og fyri stuttum blivin mamma, biðin um at fara út úr fólkatingssalinum.

Tað var fólkatingsformaðurin, Pia Kjærsgaard, sum bað Mette Abildgaard um at fara úr salinum, og orsøkin var, at Mette Abildgaard sat har við dóttrini, sum er 5 mánaðir.

Hetta hevur vakt stóran ans ikki bara í Danmark men eisini úti í heimi. Eitt nú skriva BBC og The Guardian um hendingina.

Men hetta er eisini komið fyri í løgtingssalinum í Føroyum.Tað var í ár 2000, tá Annita á Fríðriksmørk noyddist úr løgtingssalinum við 5 mánaðar gamla soninum.

Í morgunsendingini greiddi hon frá upplivingini.

Harafturat greiddi Páll á Reynatúgvu frá, hvørt pinkubørn kunnu vera inni í løgtingssalinum ella ikki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024