Góðan morgun Føroyar

Vestmenn beinleiðis í morgunsendingini
21-03-2019
Bólkurin spælir útselda konsert í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Í morgunsendingini góvu teir ein lítlan brellbita við tveimum sangum

Fáir føroyskir bólkar hava lagt so nógvar sangperlur eftir seg sum Vestmenn.

Nú ber til at uppliva bólkin, sum var stovnaður fyri meiri enn 35 árum síðani, á palli.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.

Martin Joensen, gittar og sang, Ólavur Højgaard, sang,og Niels Olsen, harmonika, vitja morgunsendingina.

Teir eru allir upprunalimir og vóru partur av fyrstu útgávuni, Brot, sum kom á marknaðin í 1983.

Henda útgávan telist millum best seldu í Føroyum nakrantíð, og limirnir í bólkinum blivu heimskendir í Føroyum eftir ongari tíð.

- Vit dugdu væl at taka tað, sigur Martin Joensen brosandi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024