Góðan morgun Føroyar

Heðin Egholm Skov er íðin GoT fjeppari
12-04-2019
Heðin Egholm Skov vann kappingina, sum vit høvdu um Game of Thrones í morgun, nú síðsta sesongin í røðini byrjar um vikuskiftið

Lurtarar høvdu í morgun møguleikan at gita fimm røddir úr kendu sjónvarpsrøðini Game of Thrones. Heðin Egholm Skov ringdi inn og gitti alt rætt beinanvegin. Heðin er sjálvur ein íðin Game of Thrones fjeppari, og hann hevur sæð alt fýra ferðir. Hann er sera spentur at síggja seinastu partarnar, og hann væntar, at onkur av høvuðspersónunum fer at doyggja tíðliga í nýggju sesongini.

Fyrsti partur í áttandu sesong kemur út kl. 02.00 mánanáttina føroyska tíð.

Game of Thrones er ein amerikonsk sjónvarpsrøð, sum er gjørd burtur úr bókarøðini "a Song of Ice and Fire", sum George R. R. Martin hevur skrivað.

Røðin er tikin upp í Norðurírlandi, Kanada, Kroatia, Íslandi, Malta, Marokko, Skotlandi, Spania og USA.

Game of Thrones er heimsins dýrasta sjónvarpsrøð, partarnir í sesong átta kostaðu 15 mió. dollarar hvør. Tað koma seks partar, og teir eru millum 54 min og 1 tíma og 22 min til longdar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024