Góðan morgun Føroyar

Lego er sum meditatión
16-04-2019
- Tað er stuttligt og avslappandi at sita og byggja Lego, siga Lego-fjeppararnir, Helgi og René.

Kirkjubømúrurin, Glasir og Christianskirkjan.

Hetta eru nakrir av Lego-bygningunum, sum teir báðir, Helgi Toftegaard og René Askham, hava bygt saman við tveimum dønum. Í hesum døgum ber til at síggja bygningarnar í sambandi við eina Lego-framsýning í SMS.

- Vit vóru fyri nøkrum mánaðum síðani í Føroyum og koyrdu runt fyri at finna útav hvørjar bygningar, vit skuldu byggja. Og so varð farið í gongd við at byggja, sigur René Askham og vísir á, at serliga Glasir-bygningurin hevur verið ein avbjóðing:

- Tá tú skalt byggja við Lego, eru rundir bygningar ein avbjóðing, tí tað, tú byggir við er jú kvadratiskt, leggur Helgi Tofteggard afturat.

Báðir brúka teir nógva tíð upp á at byggja ymiskt við Lego, og orsøkin er einføld.

- Lego er sum meditatión. Tað er stuttligt og avslappandi at sita og byggja Lego, siga Helgi Toftegaard og René Askham.

Í morgunsendingini greiddu teir millum annað frá hesi verkætlanini við føroysku bygningunum úr Lego, og hví teimum dámar so væl at fáast við Lego.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024