- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað eru Nikolaj Falck og Hjálmar Dam, sum skipa fyri eggjaveiðuni, sum verður í Nólsoy leygardagin klokkan 13.
Nikolaj minnist, at mamman plagdi at fjala egg í havanum, tá hann var barn. Seinni hevur hann sjálvur verið við sínum børnum í Viðey í Íslandi, har tey krógva egg á hvørjum ári.
Honum dámdi hugskotið so væl, at hann gjørdi av, at hetta eisini skuldi roynast í Føroyum.
Og nú verður tað.
300 egg verða krógvað ymsastaðni í bygdini, og øll børn eru vælkomin at leita. Tann, sum finnur eitt egg, eigur tað. Summi egg hava eitt tal á, og tey eru serliga virðismikil. Tey kunnu nevnliga býtast um við størri egg.
Ternan siglir av Havnini klokkan 12.30 leygardagin, páskaaftan, og sjálv eggjaveiðan byrjar klokkan 13 í Nólsoy.
Um hetta riggar væl, so royna vit eggjaveiðuna aftur næsta ár, eru Nikolaj og Hjálmar samdir um.