- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Vit hoyra og síggja aloftast verkið, tá tað er liðugt. Men hvussu sær út miðskeiðis í arbeiðsgongdini?
Vit hava verið á vitjan hjá tveimum rithøvundum, Carl Jóhan Jensen og Onnu Maluni Jógvansdóttir, sum hvør í sínum lagi sita og skriva komandi skaldsøgur.
Hamlet hjá Shakespeare verður í heyst pallsett í Føroyum fyri fyrstu ferð. Hans Tórgarð hevur júst lagt seinastu hond á týðingina, og fyrst í seinra tímanum verður Hans Tórgarð í útvarpsstovuni saman við leikstjóranum Búa Dam.
Mentanarkjak - litrík og livandi, er heitið á spennandi tiltaki, ið verður í Løkshøll í kvøld, og har Runavíkar kommunu setur sjóneykuna á mentanarpolitikkin. Hvussu hevur mentanin tað í Runavíkar kommunu og hvønn týdning kann hon fáa? Hesir eru millum spurningarnir, ið vit seta Urd Johannesen, ið hevur latið Runavíkar kommunu álit um ein komandi mentanarpolitikk.
Tú kanst hoyra sendingina her!