Barnagarðurin og skúlin skulu hitast við vatnorku

23.05.2019 - 12:44
InnlendisUmhvørvi
Barnagarðurin og skúlin skulu hitast við vatnorku
Barnagarðurin og skúlin í Kvívík skulu hitast við vatnorku. Kommunan hevur sett sær fyri at verða grøn, sigur borgarstjórin, Heri Múller
Stórá í Kvívík

Barnagarðurin og skúlin í Kvívík skulu hitast við vatnorku í framtíðini. Kvívíkar kommuna ætlar at gera eitt minivatnorkuverk í bygdini fyri at sleppa undan oljuni. 

Kommunan hevur sett sær fyri at verða grøn, sigur borgarstjórin, Heri Múller. Kvívíkar kommuna brúkar 250.000 kr. um árið til olju at hita barnagarðin og skúlan.

Umhvørvisárinsmeting er send til Umhvørvisstovuna, sum vil hava viðmerkingar um hana í seinasta lagi um eina viku, 30.mai.

Andras Strøm, djóralækni, hevur kannað áirnar til umhvørvisárinsmetingina, sum Kvívíkar kommuna hevur sent Umhvørvisstovuni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584