Góðan morgun Føroyar

Fakið, ið varð vanvirt
12-06-2019
Námsfrøði er eitt lutfalsliga ungt fak í Føroyum, og tey stríðast - eins og tað kom - fyri at fáa meiri virðing í samfelagnum sum fak

Felagið Dagstovnanámsfrøði í Føroyum er júst sett á stovn. Endamálið við felagnum - sum er eitt undirfelag hjá Føroya Pedagogfelag - er at allýsa námsfrøðina í Føroyum, og harafturat tosa meiri um námsfrøði sum fak. 

Orsøkin til felagið kemst millum annað av, at fleir ikki eru tilvitaði um týdningin námsfrøði sum fak. Hetta skyldast partvíst av, at námsfrøði er eitt lutfalsliga ungt fak í Føroyum. 

Í dag er Pedagogfelagið eitt tað størsta fakfelagið í landinum. Eisini er felagið serligt, tí har eru nærum bara kvinnur - heili 80%. Men fyri 46 árum síðani vóru námsfrøðingar forkunnugir í Føroyum. Í innslagnum líta vit aftur á hesa tíðina, tá fyrstu námsfrøðingarnir komu.

Ein av fyrstu útlærdu námsfrøðíngunum í Føroyum er Sólvá Johannsen. Hon bleiv útlærd í 1973, sum er sama ár sum tá fyrsti kommunali dagstovnurin lat upp. 

Luttakarar í innslagnum: Gyðja Johannsen, Sólva Johannesen, Ragnhild Dahl og Edda Hjartvardsóttir.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024