- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup Sumberg keypt nýggjan roykiovn úr USA
Jákup Sumberg, kokkur, er vanliga kendur fyri sínar heimagjørdu burgarar. Nú hevur hann víðkað sítt virksemi til at umfata royking av kjøti. -Hetta er eitt sindur nørdut, sigur Jákup og leggur afturat, at man kann roykja alt slag av kjøti, og man kann smakka roykin til við ymsum slag av træi. Til roykin brúkar Jákup trækol av serliga góðari dygd, sum hann hevur keypt úr útlandinum. -Man kyndir upp og leggur eitt sindur afturat alla tíðina, meðan kjøtið verður roykt, sigur Jákup og letur lúkuna upp til brennikamarið í tí tonstunga roykiovninum, sum hendan dagin er staðsettur í garðinum aftanfyri Gamla Bókhandil og kaffistovuna Paname. Jákup hevur lagt svínasíður í roykiovnin. Hesar taka umleið fimm tímar at verða royktar. -Man kann eisini leggja heil djór í hendan roykiovnin, so rúmligur hann er, men so tekur tað kanska eitt heilt samdøgur at roykja tey, sigur Jákup. Hoyr um mannagongdina við at roykja kjøt, umframt hvat tilhoyr, Jákup verlur at borðreiða afturvið í miðbýnum í Havn
Tak niður