Trummudansur, synthesizarar og danskarahatur

21.06.2019 - 17:07
ListTónleikur
Trummudansur, synthesizarar og danskarahatur
Ein abstraktión av ríkisfelagsskapinum
Resterne af rigsfællesskabet. Frá vinstru Jesper Pedersen (DK), Heðin Ziska Davidsen (FO) og Miké Thomsen (GR)
Mynd: Leivur Thomsen  

Í kvøld og annaðkvøld fer ein nýggjur bólkur, sum nevnist "Resterne af Rigsfællesskabet", at hava konsertir í Perluni í Havn og Tøting í Gøtu. Teir, ið manna bólkin, eru føroyski Heðin Ziska Davidsen, Jesper Pedersen úr Danmark og Miké Thomsen úr Grønlandi. Hetta er improviseraður tónleikur við sonevndum "modularsynthum", t.v.s. synthesizarum, har man so at siga byggir sítt egna ljóð. Tað eru Jesper og Heðin, sum taka sær av synth-partinum, meðan Miké spælir grønlendska trummu og leggur rødd til. Spurdur um, hvørt bólkurin hevur ein politiskan boðskap, svarar Heðin, at tað hava teir tilvitað ikki. Heldur er tað so, at lurtarin sjálvur skal reflektera yvir ríkisfelagsskapin gjøgnum tónleikin hjá hesum trimum umboðunum fyri ríkisfelagsskapin. - Vit eru sum tríggjar oyggjar, sum spæla saman, sigur Heðin. Jesper leggur afturat, at teir taka atlit til hvønn annan, tí ríkisfelagsskapurin er jú, sum orðið sigur, ein felagsskapur, har allir tríggir partar í prinsippinum eru á jøvnum føti. Spurningin, um hann heldur, at Grønland skal verða sjálvstøðugt, svarar Miké heldur ógreitt upp á. - Tað skal verða í samstarvi við onnur lond, og vónandi kann Grønland halda fram at samstarva við Danmark, um Grønland skuldi loyst, heldur Miké. Men hann dylir ikki fyri, at í Grønlandi er eitt umfatandi danskarahatur. - Fólk siga ofta "skide danskere", sigur Miké og leggur afturat, at hann ynskir meiri virðing í Ríkisfelagsskapinum, sum gongur báðar vegir

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964