– Alt gekk soleiðis, sum vit høvdu avtalað

23.06.2019 - 16:29
ÍtrótturAnnar ítróttur
– Alt gekk soleiðis, sum vit høvdu avtalað
Eg royndi at leggja meg so langt framum, at tað ikki var neyðugt við tí stóra spurtinum til seinast. Hetta eydnaðist til fulnar, sigur Sverri

Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, vann í dag World Cup kappingina í Poznan í Póllandi.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at rógvari á danska landsliðnum hevur fingið World Cup-heiðursmerki í opnum flokki í singul scullara.

Sverri Sandberg Nilesen fekk ein góðan start, legði seg skjótt á odda, dró frá hinum og helt støðuna allan teinin.

Tá avtornaði var føroyingurin meira enn eina bátslongd frammanfyri nummar tvey.

Hetta kendist ómetaliga væl og eisini eitt sindur undarligt, staðfestir føroyingurin.

Umstøðurnar at rógva vóru ikki tær bestu í Póllandi í dag.

Tað tóktiskt tó sum, at eg dugdi betur at rógva í hesum umstøðunum enn hinir. Tað gav mær nógv sjálvsálit, sigur Sverri Sandberg Nielsen.

Um tríggjar vikur er hann aftur við í World Cup-kapping, og tá verður róð í Hollandi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819