– Vit vita ikki so nógv

31.07.2019 - 13:19
InnlendisPengar
– Vit vita ikki so nógv
Ferðafólk, sum fóru við WeTravel til Mallorca í morgun, vita ikki tað stóra, nú ferðaskrivstovan er farin á heysin

Fólk, sum høvdu bílagt ferðir frá ferðaskrivstovuni WeTravel, fingu seint í gjárkvøldið ella í nátt eini SMS-boð frá ferðaskrivstovuni um, at fyritøkan var farin á húsagang.

Kringvarpið hevur allan morgun roynt at fáa viðmerking frá Jacob Slyne og Niels Juel Nolsøe, ið stovnaðu og arbeiddu á ferðaskrivstovuni, men uttan úrslit.

Beint áðrenn útvarpstíðindini svaraði Jacob Slyne. Hann var eftir tilmæli frá sakførara sjálvur uttanlands. Sambært honum svarar ferðaskrivstovan øllum á upplýstari teldupostadressu. Hann var sinnaður at gera samrøðu við Kringvarpið seinni, men mátti fyrst tosa við sakførara felagsins.

Ferðafólk, sum hava keypt ferðir frá WeTravel, eru tó farin á flog til millum annað Mallorca í morgun. Elsebeth Davidsen og fleiri við henni hava keypt ferðir frá WeTravel. Tey fóru avstað tíðliga í morgun til Mallorca og lendu fyri lítlari løtu síðani.

WeTravel hevur sent fólk við Atlantsflog og við øðrum flogfeløgum. Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantsflogi, hevði í morgun ikki yvirlit yvir, hvussu nógv fólk vóru uttanlands við WeTravel.

Hoyr meira í innslagnum her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012