Fakfelag hóttir við tiltøkum móti Atlantic

16.08.2019 - 18:22
InnlendisVinna
Fakfelag hóttir við tiltøkum móti Atlantic
Danska felagið hjá flogternunum hjá Atlantic heldur, at flogfelagið revsar limir teirra í Keypmannahavn við at flyta arbeiðstað teirra til Vágar

Anders Mark Jensen, næstformaðurin í danska felagnum fyri flogternur, Flyvebranchens Personale Union, ella bara FPU, er bersøgin.

Hann hóttir nú við tiltøkum móti Atlantic Airways, tí leiðslan í føroyska flogfelagnum nú brádliga krevur, at nakrar av flogternunum hjá felagnum, sum búgva í Danmark, og eru limir í FPU, skulu hava arbeiðsstað í Vágum.

Anders Mark Jensen er sannførdur um, at flytingin av arbeiðsstaðnum hjá føroysku flogternunum í Danmark hevur beinleiðis samband við stríðið, sum stóðst av, at føroyska felagið hjá flogternunum, Súlan, í fjør valdi at fara upp í danska FPU.

Vilja ikki samráðast við FPU

Síðani hava Atlantic Airways og Føroya Arbeiðsgevarafelag noktað at samráðast við FPU um ein nýggja sáttmála til tær føroysku flogternurnar. Og stríðið rakk hæddunum í summar, tá leiðslan í Atlantic Airways valdi at siga forkvinnuna og næstforkvinnuna í Súluni úr starvi.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at flytingin av arbeiðsstaðnum hjá nøkrum av flogternunum í Danmark er orsaka av umskipan av arbeiðinum. Hon viðurkennir tó, at tað hava verið avbjóðingar við starvsfólkum í Keypmannahavn.

Anders Mark Jensen, næstformaður í FPU, keypir als ikki grundgevingina hjá stjóranum í Atlantic Airways.

FPU hótti fyrr í summar eisini við tiltøkum, tá forkvinnan og næstforkvinnan í felangum hjá flogternum í Føroyum, Súluni, blivu sendar til hús. Men tað ferðina hendi einki.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652