Tunnilsskot flutti Føroyar upp á kredittstiganum

19.08.2019 - 13:09
InnlendisPengar
Tunnilsskot flutti Føroyar upp á kredittstiganum
Seinasta skotið í Eysturoyartunlinum flutti Føroyar eitt stig upp í stiganum hjá Moody´s. Sverri Justinussen er leiðari á Markets í Betri:
Eysturoyartunnilin flutti Føroyar upp á ratingarstiganum.

Seinasta skotið í Eysturoyartunlinum flutti Føroyar eitt stig upp í stiganum hjá Moody´s.

Ratingin hjá Føroyum er nú Aa2, sum er triðhægsta metingin í stiganum hjá Moody´s, sum hevur 23 stig.

Landsbankin sigur, at høvuðsorsøkin til betraða kredittvirðið er, at fíggjarligi váðin í sambandi við Eysturoyartunnilin er næstan burtur.

Seinasta skotið varð latið av í juni. Tá var sonevndi bygningsváðin hjá landinum burturi. Orsøkin er, at nú kann ferðsla fara undir sjónum millum Eysturoynna og Streymoynna, og tí er landið sloppið undan váðanum, sum var tann, at ikki bar til at gera Eysturoyartunnilin.

Harafturat eru fíggjarlig og búskaparlig lyklatøl hjá Føroyum betri enn væntað. Landskassaskuldin er goldin niður, og sambært játtanarkarminum verður eisini yvirskot í fíggjarlógini næsta ár.

Og útlitini hjá Føroyum eru støðug, sigur Moody´s.

Onnur lond, sum hava ratingina Aa2, eru millum annað Frakland og Bretland.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652