- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Bíðitíð uppá fleiri ár má ikki koma fyri
Ætlanirnar hjá nýggja landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, eru greiðar. Ov long bíðitíð at sleppa í viðgerð má ikki koma fyri.
Ein skipan við viðgerðartrygd skal tí setast í verk í Føroyum.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar sær at styrkja tað føroyska heilsuverkið mest møguligt, so at øll fáa útgreining og viðgerð fyri sjúku uppá stutta tíð, men har tað ikki ber til, fáa sjúklingar tilboð um at fara niður til Danmarkar at fáa viðgerð.
Sambandsflokkurin hevði viðgerðartrygd sum eitt av høvuðsvallyftum floksins. Og nú hava tey so fingið tað í samgonguskjalið.
Bíðitíðin er ymisk á teimum ymsu deildunum og økjunum í Føroyum, og í einstøkum førum kann bíðitíðin vera drúgv. Eitt nú er fleiri ára bíðitíð hjá fólki, sum hava tørv á eini ADHD útgreining.
Tað er eisini ætlanin hjá nýggja landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, at allar bíðitíðir skulu vera almennar.
Tak niður