Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways húsvilt

15.09.2019 - 17:42
InnlendisTøkni
Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways húsvilt
Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways, sum er av slagnum Airbus 320 Neo, passar snøgt sagt ikki inn í gamla hangarin

Tað dregur út at fáa bygt nýggjan hangar, hóast tað er hálvtannað ár síðani, at Atlantic Airways boðaði frá, at eitt nýtt Airbus 320 neo flogfar var á veg í flotan.

Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, er farin at ótolnast. Hon ótolnast eftir einum nýggjum hangari, sum kann rúma nýggja flogfarinum hjá føroyska flogfelagnum.

Veingjabreiði á nýggja flogfarinum er longri enn á teimum gomlu, og tað ger, at gamli hangarurin er hálvanannan metur ov lítil.

Tað er til stóran ampa fyri arbeiðsgongdirnar hjá Atlantic Airways, at tey ikki fáa nýggja flogfarið undir tak á flogvøllinum.

Men stjórin í Atlantic Airways má brynja seg við toli.

Nýggi hangarurin er ein partur av einari heildarætlan, sum verður gjørd fyri flogvøllin, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága floghavn.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887