Góðan morgun Føroyar

Krabbagágga til børn og ung
16-09-2019
Fólkaheilsuráðið hevur ment eitt nýtt amboð, sum skal gera tað lættari hjá børnum og ungum at tosa um sálarliga heilsu

Í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu hevur Fólkaheilsuráðið ment nýtt tilfar, ið skal virka sum amboð til at tosa um sálarliga heilsu millum bæði børn, ung og vaksin.

Amboðið, ið talan er um, er ein sokallað ABC 'krabbagágga'. Tey flestu kenna krabbagágguna frá tí, at tey vóru børn: Tú leggur eitt pappír saman á ein serligan hátt, teknar og skrivar í krabbagágguna, og so virkar hon sum eitt spæl, ið tú kanst spæla við onnur við. Munurin á eini vanligari krabbagággu og eini ABC krabbagággu er, at hon inniheldur nakrar spurningar, ið eru knýttir at góðari sálarligari heilsu, uttan at orðið 'sálarlig heilsa' verður nevnt.

Monika Mohr, sum er verkætlanarleiðari í Fólkaheilsuráðnum, vónar, at hendan krabbagággan verður líka væl móttikin sum krabbagággan til ung og vaksin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024